Men vit ætla at njóta tað, sum eftir er, og uppliva tað, ið summarið hevur at bjóða.
Aftur hesaferð umrøða vit eitt av mongu summarbrúdleypunum, sum eru hesa ársins tíð. Har greiðir Hjalti Lamhauge frá, hvussu fegin hann gjørdist, tá hann sá hvussu glað unnustu hann bleiv, tá hann spurdi hana, um hon vildi verða kona hansara.
Gleðin er eisini nakað, sum blómar hesa ársins tíð. Og fólk gleðast á so ymsar hættir. Mong finna gleðina í fjølbroyttu upplivingunum, sum eru at heinta. Mongu festivalarnir er eitt serligt slag av uppliving, og í hesari útgávuni av Summar greiða teir báðir ummælararnir, Uni Leitisstein Hansen og Niels Uni Dam, frá, hvussu teir hava upplivað tónleikasummarið í Føroyum.
Onnur finna gleðina í øðrum upplivingum, eitt nú við at vitja fyriskipað tiltøk, framsýningar og so framvegis. Öström í Rættará í Havn er dømi stað, har fleiri av hesum upplivingum eru at heinta. Eisini hetta verður umrøtt í Summar.
Somuleiðis er prát við nólsoyingin René Hansen, sum umframt at gleða seg til ovastevnuna, eisini gleðist í tónleikinum. Tískil hevur hann sum 39 ára gamal avrátt at biðja dagligdegnum í Føroyum farvæl, fyri at arbeiða við tónleikinum á skúla í Danmark.
Men eingin gleði uttan okkurt álvarsamt. Í Summar er hesin partur ein viðger av spurninginum, um vit menniskju kunnu liva í allar ævir. Tað eru fleiri, sum meta tað, meðan onnur eru rungandi ósamd. Hesum fara vit í dýpdina við í greinini »Kanst tú liva í ævir«.
Sostatt inniheldur Summar – eins og summarið – rættiliga nógv. Hvussu nógv summarið fevnir um, eru fleiri góð dømi um niðanfyri. Konsertir, ítróttur, stevna og sjónleikur eru bara nøkur av tiltøkunum.
Okkara tilmæli er at vitja okkurt av hesum – ella okkurt heilt annað – og so annars gleðast um summarið og tað, ið eftir er av tí.










