Veðrið í Gøtu í dag er av tí allar fagrasta.
Tað sæst aftur á sandinum í Syrðugøtu, har G! festivalgestir hava funnið bikini og shorts fram. Fleiri hava leitað sær í sjógvin at svimja og vassa, og hitapottarnir eru allir fullir.
Hitin liggur um 12 stig, eingin vindur er og fá skýggj eru at síggja.
Les her samrøðu við bókaran av G! festivalinum, Fred Ruddick. Hann fegnast um góða veðrið í dag og sær fram til eitt gott kvøld.