Summarið

Fyrsti summardagur var í gjár, og ymskkt er, hvussu tað verður brúkt. Men veðrarnir, sum sleptir verða í skorar og onnur feitilendi, brúka summarið til at eta seg stórar og feitar. Vóna eigararnir

Tað grør innanbergs. Sólin hitar bergveggin, og lýkkan fær lív í tann deyða svørðin, og grasið vellur upp og stendur grønt, sevjumikið og innbjóðandi og bíðar eftir seyðunum, sum trúliga ár um ár verða sleptir inn higar at vaksa seg stórar og feitar, til eigararnar at reypa av, tá heystið kemur.
Men ikki allir koma aftur í heyst kortini. Roknast má við, at onkur fer fyri bakka. Onkur, sum í síni tráðan eftir góðum bitum, fer klórandi at støðum, har ikki er vendandi aftur. Vil hava tey bestu stráðini, sum hinir ikki náa.
Og so fer ein bøkkur undan. Loypur niður á tann næsta, sum heldur ikki heldur, og teir fara báðir á glið. Steðga ikki á, men fara útfyri.
Fallið er einar hálvttriðjahundrað metrar, og haðani berast ikki boð í bý.
Eftir ganga hinir, sum ikki hava hóming av tí, sum hent er. Hugsa bara um at fáa í vombina. Eingin onnur tráðan er. Enn.
Men sum tað fer at líða út í september, man vera frægast at fáa teir upp aftur, áðrenn aðrir tankar enn at eta fara at gera seg galdandi. Tí verður bardagi, er ikki gott at vita, hvat henda kann, og hvør kann fara at ota hvønn útav.
Og tá teir tá verða tiknir heimaftur, eru hesir klønu kropparnir, sum sleptir vórðu í vár, als ikki til at kenna aftur. Tað sæst ikki, at hetta eru somu kríatúr, sum um hálvan mai vórðu leidd inn í bergið at fita seg.
Teir hava liva upp til ætlanir eigarans. Teir, sum koma aftur.