Summarhugni í Parkini

Í Vági verður skipað fyri hugnaløtu við sangi, grill og kaffipráti í góðveðrinum.

Nú liggjandi summarveður hevur verið seinastu dagarnar, hava vágbingar tikið stig til hugnaløtu seinnapartin í dag.

 

 

Grillir verða settar upp,  og fólk hava tað við, sum tey ætla at grilla, men umframt verður eisini boðið kaffi og kaka, frukt og saft.

 


Tónleikur verður við Hans Jacob Hjelm, og felagssangur verður við Hilmari í Lágabø og Bergi Gudmundsen.

 


Tiltakið er í Parkini innanfyri Sandin í Vági frá kl. 16- til 19 ídag.