Summarhugni í Klaksvíksgarðinum

Tónleikur, framsýningar og hugni í Klaksvíksgarðinum leygardagin

Leygardagin verður skipað fyri summarhugna í Klaksvíksgarðinum í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 13.00, tá ið Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur, heldur røðu. Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi og ábit.


Norðoya Fornminnasavn hevur opið, og har ber millum annað til at vitja á gamla apotekinum. Í Miðstovu í gomlu handilshúsunum hevur Armgarð Absalonsen framsýning av málningum.


Tónleikur verður eisini at hoyra – limir í Tónleikafelagnum spæla norðanfyri Norðoya Fornminnasavn.


Tiltakið endar kl. 15.00.