Tíðindaskriv
Lættur og glaður summarpoppur er av álvara komin á skránna hjá Summar Festivalinum, nú festivalurin boðar frá, at bólkurin Banaroo fer at spæla á Summar Festivalinum í ár.
Banaroo hevur seinastu tvey árini verið ein afturvendandi gestur á hitlistum í Týsklandi, Eysturríki og Sveis, har øll kenna bólkin við teimum fangandi poppsangunum.
Seinasta hittið hjá bólkinum, Ba Yonga Wamba, er eitt ordans summarhitt, sum eisini hevur verið nógv spælt í føroyskum útvarpi seinastu vikurnar.
Ovast á hitlistum
Bólkurin Banaroo er mannaður við tveimum kvinnum og tveimum monnum, og Vito, Cat, Steffy og Bobby gjørdust landskend í Týsklandi, tá ið sjónvarpsrásin Super RTL fylgdi bólkinum í eini reality-sending í 2005.
Tá ið fyrstu sangirnir hjá bólkinum vórðu givnir út í fjør, stuku teir beinanvegin upp á hitlistarnar í Týsklandi og grannalondunum. Útgávan Banaroo’s World kom beinleiðis inn á týska hitlistan sum nummar 1, og stakfløgurnar hava staðið seg heilt væl.
Nú er tíðin eisini komin til, at føroyingar taka Banaroo til sín, og fyrstu ábendingarnar um hetta eru longu komnar, tí Banaroo er í løtuni at finna á 15 teimum bestu við summarslagaranum Ba Yonga Wamba. Millum hinar kendu sangirnar hjá bólkinum eru Um Mamma, Dubi Dam Dam, og I’ll Fly Away, sum er spildurnýggj stakfløga frá bólkinum.
Fakta
Banaroo er poppbólkur úr Týsklandi
Tvær kvinnur og tveir menn syngja í bólkinum
Tey eita Vito, Cat, Steffy og Bobby
Fyrsta útgávan hjá bólkinum, Banaroo’s World, varð nummar 1 í Týsklandi
Seinasta hittið hjá Banaroo er Ba Yonga Wamba