Summarhús sorað í Svínáum

Yvir 70 rútar eru knústir í einum summarhúsum í Svínáum

Tá havsvimjararnir í Sundalagnum vóru á dagliga túrinum í gjáramorgunin, varnaðust tey, at fleiri rútar vóru brotnir í einum summarhúsum í Svínáum.

 

Tá málið bleiv kannað nærri vísti tað seg, at allir rútarnir, uttan ein, vóru knústir. Talan er um yvir 70 rútar. Ótangarnir, ið hava framt illgerðina, høvdu eisini verið inni í húsunum, har teir høvdu brotið frá hond. Talan var um sprossavindeygu og í fleiri av vindeygunum vóru bæði smáu rútarnir og sprossarnir sjálvir knústir. Fleiri av teimum vóru eisini brotin innanífrá.

 

Løgreglan hevur verið á staðnum og gjørt kanningararbeiði og hava millum annað funnið blóðdropar í húsinum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at teir tí meta seg hava góð spor at fylgja í málinum.

 

Í grannahúsunum, sum eru eini fráfarin hús, er herverk eisini framt.