Tað hendir nógv í Sørvágs kommunu, bæði vinnuliga, ítróttarliga og innan skúla og mentan.
Nú Sørvágs Country-& Bluesfestivalur liggur fyri framman, hava ikki færri enn 140 kampingvognar teknað luttøku á kampingøkinum í Sørvági. Kampingøkið er fullteknað, og fleiri eru á bíðilista.
Men, hvat hendir í Sørvágs kommunu á ferðavinnuøkinum? Eisini her er rættilig gongd í, og kommunan hevur lagt út summarhúsøki í smáu perlunum - bygdunum - í kommununi.
- Vit hava fingið eina byggisamtykt fyri summarhúsøki eystan fyri bygdina í Bø. Hetta er ein stór og spennandi verkætlan, sum rúmar fleiri summarhúsum, og her eru øll loyvi komin upp á pláss. Tað er Tróndur Niclasen í Bø, sum eigur hesa verkætlan.
Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at summarhúsøki eisini eru skipað í Gásadali og í Mykinesi, og í prinsippinum kunnu summarhús longu nú byggjast á øllum hesum trimum økjum.
- Teir, sum eiga hesi øki, kunnu bæði byggja sjálvir - og/ ella selja burtur av til onnur at byggja á, men her skal so kommunan geva sína góðkenning, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.