Summarfuglar skoraðu

Summarfuglar, ið er felagsskapur til frama fyri lesiveik børn, hevur fingið 13.690 krónur í stuðli til sítt virks

Fyri hvørt mál, sum ungdómslið hjá HB skora, rindar Føroya Tele 10 krónur til at eitt gott endamál, sum partarnir avtala sínámillum. Í fjør skoraðu ungdómsliðini hjá HB ikki færri enn 1.369 mál, og tí gjørdist upphæddin 13.690 krónur, sum nú er latin felagsskapinum Summarfuglar.

Summarfuglar stuðla børnum við lesitrupulleikum. Hvørt ár í summarferiuni verður skipað fyri eini summarlegu í eina viku fyri børn í 3., 4. og 5. flokki, har børnini kunnu fáa eitt eyka skump í lesi- og skrivimenning sínari. Summarfuglar hava trý tey undanfarnu árini skipa fyri summarlegum, og í ár verður skipað fyri fjórðu leguni. Fleiri enn 20 børn hava verið við hvørt árið.