Summarframsýningin Rannvu Kunoy

Nú letur summarframsýningin upp, har Rannvá Kunoy sýnir eitt úrval av síni list fram. Framsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 4. juni kl. 17 og øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin fevnir um málningar og steinprent, eitt nú eitt prent, sum listakvinnan hevur gjørt serliga til framsýningina í Norðurlandahúsinum og sum verða lutfalsliga ódýrt av tí, at listakvinnan ynskir, at øll, eisini t.d. ung og lesandi skulu hava møguleika fyri at ogna sær eitt av teimum. Framsýningin verður at síggja í alt summar inntil síðst í august.

Kinna Poulsen skrivar um framsýningina, at onkusvegna tykjast myndirnar hjá Rannva Kunoy so fremmandar og eksotiskar, at kundu tær stavað frá eini aðrari gongustjørnu.

Afturímóti aðrari, føroyska myndlist, bera luftigu, ljóst sveimandi myndirnar hjá Rannva Kunoy brá av eini heilt aðrari verð, sum heldur leitar sær íblástur úr nýggja enn gamla heiminum.

Hyggur tú eina løtu at einari mynd hjá Rannvu Kunoy sært tú tað, tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær, sigur Kinna Poulsen

Kortini krevst ikki nakað doktaraheiti fyri at kunna uppliva myndirnar hjá Rannvu Kunoy, ið beinanvegin rúnarbinda áskoðaran við teirra vakurleika og teirra illusionistiska rúmi, ið at byrja við tykist endaleyst, leggur hon afturat.