Summarframsýningarnar lata upp

Summarframsýningarnar hjá Søvnum Landsins lata upp mánadagin.

Sum undanfarin ár, eru aftur sýningar í summar á søvnunum hjá Søvnum Landsins.

Og summarsýningarnar lata upp mánadagin 15. mai.

Tjóðsavn - mentan og náttúra, framsýningin hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík, og Útisavnið í Hoyvík, Hoyvíksgarður.

Opið verður soleiðis:
mánadag til fríggjadag kl. 10.00 til 17.00
leygardag og sunnudag kl. 14.00 til 17.00

 

Hvítusunnudag 4. juni er stongt. Kristi himmalferðardag 25. mai og 2. hvítusunnudag 5. juni er opið sum sunnudag.