Summarframsýning í Ribarhúsi

Árliga summarframsýningin í Ribarhúsi í Fuglafirði er nú opin.

Á framsýningini eru tekningar, fotomyndir og málningar. Tað er Brynhild Næs Petersen, listfrøðingur, sum hevur hongt sýningina upp. Tey, ið sýna fram, eru ættað úr Fuglafirði, ella hava røtur í bygdini. Talan er um ung og eldri, sum hava tikið seg saman at mynda framsýningina.