Summarfrítíðin útsett

Vanliga eru politikararnir millum tey fyrstu, sum fara í summarfrí. Tað er eisini galdandi í Danmark. Har var ætlanin, at fólkatingslimirnir skuldu fara í summarfrí frá 1. juni, men soleiðis verður ikki í ár.

Orsøkin er, at stjórnin vil hava meiriluta fyri einum sokallaðum trygdarpakka, áðrenn tingið sleppur til hús. Onnur mál skulu eisini avgreiðast, og tí hevur Vinstri biðið Thor Pedersen, fólkatingsformann leingja setuna til tann 23. juni, og hesum er meiriluti fyri.

Sostatt verður summarfrítíðin hjá fólkaringslimunum tríggjar mánaðir og ein vika í ár.