Klaksvíkingar hava havt viðrák seinastu vikurnar. Tí er tað ikki so undarligt, at teir einki høvdu havt ímóti, at alt var, sum tað skuldi havt verið:
- Vit høvdu einki havt ímóti at spælt tvær hálvfinalur í steypakappingini móti Skála nú. Tær eru útsettar, og nú hava vit fingið frí frá venjing í tvær vikur. Talan er kortini ikki um púra at halda frí, tí allir spælararnir hava fingið venjingarætlan at hava við í frítíðini, sigur KÍ liðformaðurin Heðin á Lakjuni.
Hann heldur, at sigurin á Skála var uppiborin, og hann sigur seg vera sera fegnan um, at tað eydnaðist at fáa fulla úrtøku:
- Vit hava ikki dugað væl at fingið úrtøku burturúr møguleikunum, sum vit hava havt á heimavølli. Harafturat hava vit verið óhepnir eitt nú móti GÍ, sum javnaði í yvirtíðini og ímóti HB, sum vit vóru á odda 3-1 ímóti, inntil tað restaði eitt korter. Hesa ferð eydnaðist tað, og nú mugu vit vóna, at góða gongdin heldur fram.