Fólkatingslimirnir skulu til arbeiðis hálvan august at viðgera nøkur skattauppskot hjá stjórnini. Uppskotini eru avleiðing av einari skattasemju, sum stjórnin gjørdi við Vinstra og tey konservativu fyri einum mánað síðani, og nú hevur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, biðið Fólkatingið koma saman tann 14. august, so lógaruppskotini kunnu leggjast fram.
Stjórnin sigur, at tað er neyðugt at fáa Fólkatingið at samtykkja uppskotini innan tann 15. september, fyri at broytingarnar í skattalógunum kunnu koma við í forskotsskrásetingina fyri 2013.
Í løtuni eru lógaruppskotini til hoyringar, og freistin at koma við viðmerkingum er tann 30. juli.