Summarfrítíðin í bestu fótbóltsdeildini er liðug. Í kvøld eru tríggir dystir á skránni, og hetta umfarið verður liðugt spælt á Ólavsøku.
Klokkan 18 verður fyrsta bríkslið á Argjum, har AB á nýggja grasvøllinum og við fleiri nýggjum spælarum á liðnum fær vitjan av EB/Streymi, sum hevur fingið miðvallaran Paula G. Hansen aftur í hópin.
Klokkan 18.30 verður grannauppgerð við Løkin í Runavík, har oddaliðið NSÍ fær vitjan av B68. Bogi Løkin, sum hevur verið uttanlands, er aftur í NSÍ, har hann ivaleyst verður á miðvøllinum.
Klokkan 18.30 verður fyrsta bríkslið á Vágseiði, har FC Suðuroy fær vitjan av ÍF. Fuglfirðingar eru á 3. plássi, og í ferðalagnum til Suðuroyar við Smyrli klokkan 13 vóru tveir gamlir ÍF kenningar, sum ikki hava verið so nógv við í ár - Bartal Eliasen og Hanus Eliasen. Roknað verður við, at Bartal verður í ÍF verjuni, sum síðstu ferðirnar undan summarsteðginum var ógvuliga ótøtt.
Hjá FC Suðuroy er Kasper Schultz nýggjur á liðnum. 22 ára gamli miðverjin, sum áður hevur roynt seg í Brøndby og FC Amager, kom til Vágs ígjár.
16. umfar
Í kvøld
NSÍ-B68: Ransin Djurhuus kl. 18.30
FC Suðuroy-ÍF: Rúni Gaarbo kl. 18.30
AB-EB/Streymur: Dagfinn Olsen kl. 18.00
Mikudagin
HB-B71: Eiler Rasmussen kl. 18.30
Hósdagin
B36-Víkingur: Dagfinn Olsen kl. 16.00
Støðan
NSÍ 29
HB 28
ÍF 25
EB/Streymur 22
B36 21
Víkingur 18
B68 15
B71 13
AB 10
ÍF og AB hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir.