Summarfrí er eingin umbering

Búnaðargrunnurin kann ikki loyva sær at hava stongt ein heilan mánað um summarið og tí ikki kunna geva borgarunum alment innlit.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Uppgávan hjá leiðsluni er at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan hátt alt árið, sjálvt um starvsfólk halda summarfrí í einum ávísum tíðarskeiði. Hóast tað kann vera torført hjá einum stovni við fýra fulltíðarstørvum at vera fult virkin í summarfrítíðini, verður stovnurin noyddur at tryggja, at ein umsókn um innlit verður svarað fyri ta lógarásettu freistina, ella at ein áheitan verður avgreidd í rímiligari tíð, sigur umboðsmaðurin.