Nýggja, føroyska flogfelagið, Faroe Jet er nú farið undir summarflúgvingina. Tað merkir, at til 13. august flýgur felagið tvær ferðir um dagin ímillum Keypmannahavn og Vágar og harumframt verðru flogið eina ferð leygardag.
Fráferðirnar úr Keypmannahavn eru klokkan 09.00 og 15.45 og fráferðirnar úr Føroyum eru klokkan 11.30 og 18.30.
Leygardag verður flogið úr Keypmannahavn kl. 09.00 og úr Føroyum aftur til Keypmannahavn kl. 11.30.