Summarfestivalurin í giftingarhýri

Talan er ikki heilt um giftarmál. Men talan er um veruligt forlovilsi, sum nú er millum Summarfestivalin og Norðoyar Sparikassa Síðani byrjanina í 2004 hevur Norðoya Sparikassi verið høvuðsstuðul hjá Summar Festivalinum, og nú hava partarnir gjørt eina slóðabrótandi avtalu um samstarv.

Nýggja avtalan er ikki avmarkað við áramáli, men lagt verður upp til at avtalan skal halda fram ár eftir ár, og partarnir hyggja minst 10 ár fram í tíðina.

- Summar Festivalurin er stórt og týðandi tiltak fyri Føroyar og lokaløkið í Norðoyggjum, og vit vilja fegin halda fram við okkara góða samstarvi við festivalin. Við nýggju samstarvsavtaluni verður Norðoya Sparikassi við til at tryggja høvuðsnøvn úr útlandinum, vit stuðla føroyskum tónleikalívi, og vit vilja framhaldandi menna eitt gott tilboð til børnini, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.

 

Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum, fegnast um avtaluna við Norðoya Sparikassa.

- Tað hevur alstóran týdning fyri Summarfestivalin, at vit frameftir hava eitt gott og trygt samstarv við Norðoya Sparikassa, ið er ein gamal stovnur, sum føroyingar hava stórt álit á. Tað liggja spennandi avbjóðingar fyri framman, og vit gerast sterkari av at standa saman, sigur hann.

- Í dag verður meira og meira tosað um íverksetan og upplivingarbúskap. Og hetta at gera tey góðu hugskotini til veruleika krevur fíggjarligt innlit og trúvirði. Vit vilja verða við til at menna okkara lokaløki og skapa eina góða festivalmentan í Føroyum. Er Norðoya Sparikassi skansin, so kann Summarfestivalurin verða kanónirnar, sigur Steintór Rasmussen.