Summarfestivalurin – annar dagur

Í dag hava fólk tikið sær av løttum, hava verið í Svimjihøllini, í Silvalandi, í heitu pottunum, vitjað fólk, keypt inn og annars rigga til enn eitt spennandi kvøld.
 
Í gjárkvøldið tóku Cliff, Punjab, Karstin og Danny and the Veetos fólk á bóli – eitt frálíkt kvøld við góðum veðri.
 
Í dag hevur veðrið verið av tí allar fagrasta og fólk hava hugnað sær á so mangan hátt undir sólini, við tjaldið, húsvognin, bátin, summi hava runnið og annars riggað til enn eitt spennandi kvøld – við m.a. I am, Kristinu Bærentsen, Signar í Homrum, Hjarnar, Hanus G, Kim Hansen og øllum hinum.
 
Jú, hesaferð hevur nógv spælt við til ein sera góðan Summarfestival.