Summarferian kostar dýrt hjá útisetaliðnum

Tað gongur einki serligt hjá føroyska útisetaliðnum í Keypmannahavn. ÍF Føroyar hevur spælt tveir dystir í Keypmannahavnseriuni eftir summarsteðgin, og liðið hevur tapt allar dystirnar. ÍF Føroyar hevur annars verið við í oddastríðnum, men nú er liðið dottið eitt sindur aftur um fremstu liðini. Ein týðandi orsøk til tey tapini er, at nógvir av útisetunum eru heima í summarfrí, og tí er liðið illa mannað. ÍF Føroyar hevur roynt at fingið fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin fluttar, men tað hevur bert eydnast at flutt ein av teimum fýra dystunum í august. Sagt verður, at nú leygardagin verður liðið mest sum fullmannað aftur.