Á hvørjum sumri halda sumbingar summarfagnað og i ár verður tað nú leygardagin.
Ymisk undirhald verður fyri børn, og á krossinum verður ítróttardagur.
Seinni um kvøldið verður kvøldseta í Samkomuhúsinum, við felasangi og undirhaldi, og har verður eisini okkurt til matna.
Frá miðnátt verður góður dansur, har bólkurin "Floymur" ferð at spæla.
Floymur er nýggjur bólkur, sum spælir country rock tónleik