Summardagur í Sandavági

Yrktur í Sandavági juni 2009

Úti á Trøð ein hásummardag

í summarlýðku og loti.

Traðirnar fagrar og grønkað er flag

- bátur sæst liggja á floti.


Seyður á biti um fløtur og gil,

lomb spæla – móðirin jarmar.

Í brekkuni standa ryssa og fyl,

dúgvurnar spakar, men varnar.


Trøllkonufingur so reystliga stígur

upp úr berginum skamt ífrá,

kátur og frælsur fuglurin flýgur

- landið so vakurt – eg undrist á.


Eg síggi Streymoy við Syðradalsskarði,

Koltur í reystleika hevjar seg,

suðureftir liggur oyggjaskari

eins og tær spyrja: “Sært tú ei meg!”


“Jú, eg teg síggi, Hestoyggin vana

og tú Sandoy, mót Skúvoy sær,

slotar mót Suðuroy – eg síggi hana,

Sigmund Brestison-søgnin birtist mær.”


Fagrar oyggjar í sólskini roða

her sum eg standi úti á Trøð.

Fagurt er her landið at skoða,

tindar, bjørg og bygdaløg.


Svenning av Lofti