Summarcafé í Føroyingahúsinum

MFS skipar hóskvøldið fyri cafékvøldi í Føroyingahúsinum, har Summar Festivalurin verður í miðdeplinum. Møguleiki verður hjá lesandi at keypa atgongumerki við avsláttri Hóskvøldið 3. mai verður eitt spennandi tiltak í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn. Tað er MFS, sum skipar fyri tiltakinum, ið byrjar kl. 19.00

 

Tiltakið byrjar við, at Steintór Rasmussen fer at greiða frá um íverksetan og um Summar Festivalin, har hann er ein av fyriskiparunum.

 

Arnfríð Lützen & Ingi Isaksen fara at spæla sangir frá bólkunum sum vera á komandi Summar Festivali og øðrum.

 

Klokkan 22.00 verður ein føroyskur dreymabólkur avdúkaður, sum fer at spæla á Summar Festivalinum í ár - og møguliga eisini teir spæla okkurt lag.

 

Eftir hetta spæla og undirhalda Steintór, Arnfríð & Ingi.

 

Hetta kvøldið - og bert hetta kvøldið - kunnu limir í MFS keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin fyri einans 495 krónur ? sum er 200 krónur lægri enn vanligi kostnaðurin í løtuni. Tað er MFS, sum hevur tikið stig til hesa sølu og letur lesandi serligan avsláttur saman við Summar Festivalinum.

 

Tiltakið er ókeypis fyri MFS-limir. Onnur gjalda 50 kr.