Tað ber til at taka ljóðføri og tónleikin í álvara uttan at vera turrisligur á palli - eisini um tú ert klassiskur yrkistónleikari. Tað tykist at vera vørumerki hjá messingkvintettini Albin Brass, sum við fjølbroyttari skrá og einum smíli handan munnstykkini roynir at halda áhoyrararnar í góðum lag ígjøgnum konsertir sínar.
- Vit eru ikki keðiligir, tá vit spæla. Nógvir klassiskir tónleikarar geva sær fyrst og fremst far um ljóðið, tá teir framføra. Vit royna í eins stóran mun at hugsa um heildina í okkara framførslu, tí umframt at fólk skulu hoyra vælspældan tónleik, skulu tey eisini gjarna fara heim aftur við einum smíli, sigur trompetleikarin Anders Nyqvist. Hann er svii, og er ein fimtingur av kvintettini Albin Brass.
Hinir fýra fimtingarnir eru úr ávikavist Bretlandi, Argentina og Føroyum. Teir fimm møttust á Royal Academy of Music í London, hagandi teir allir nú hava tikið prógv innan klassiskan messingtónleik. Nú arbeiða teir sum yrkistónleikarar í ymsum samanhangum í Bretlandi og aðrastaðni.
Tað er føroyski parturin av kvintettini, 24 ára gamli trombonleikarin Andras Olsen, sum hevur fingið Albin Bras at leggja leiðina framvið Summartónum.
Tango og sálmar
At tónleikararnir í Albin Brass koma úr fýra ymiskum londum setir síni týðuligu tekin á konsertirnar. Summartónaskráin hjá kvintettini er sett saman av tangoløgum, føroyskum sálmum, svenskum vísum og meira nútímans verkum eftir føroyskum og útlendskum tónasmiðjum.
Hetta ger konsertirnar hjá kvintettini rættiliga sermerktar og samstundis áhugaverdar hjá teimum, sum kanska ikki hava so nógv skil fyri modernaðum verkum fyri messingblásarar. Slík spælir kvintettin tó eisini á konsertum sínum.
Farna hósdag spældi Albin Brass í Listaskálanum í Havn, í kvøld spælir hon í Býráðshøllini í Klaksvík, og sunnudagin er kvintettin aftur í Listaskálanum. Konsertin í kvøld byrjar klokkan 20.00.










