Summar við FourMENh

Síðsta summar kom fyrsta lagið “Kærleikin er besta mið” út hjá FourMENh og nú er næsta lagið hjá bólkinum komið út.

Sangurin eitur “Summar” og er tað Hugo Leo sum eigur lagið og Tórhallur við Gil hevur skrivað tekstin.

“Summar” er eitt lætt og dansivinarligt lag, og er hesin sangurin serliga ætlaður teimum, sum elska at dansa, sigur bólkurin.

Sangin hava FourMENh sjálvir framleitt, Magni Husgaard hevur staðið fyri upptøkunum og Erik Biskopstøð hevur ljóðblandað.

FourMENh eru: Hugo Leo, sang og bass, Mouritz Mohr, kór og el-guitar, Magni Husgaard, ljómborð, Jens Pauli Joensen, trummur, Njál R. Petersen, fiskar sild. Gestatónleikari er Pætur við Keldu, hann syngur kór.

Lagið hoyrist her:

https://youtu.be/amhUhrmt7yQ