Summarið er nú álvara komið yvir landið. Landsverk máldi upp í 35 metrar um sekundið í Suðuroy í vikuni. Peter Skeel boðaði frá stormi í tveir dagar, tað regnaði av grimd í tvey døgn, og Atlantsflog mátti gevast at flúgva. Og hetta er bara byrjanin. Vit eru fyrst í juli, og fyri framman bíða tveir summarmánaðir.
Tá tíðirnar gerast verri, halda fólk ofta summarferiu í egnum landi, og okkurt bendir á, at føroyingar eisini gera tað. Summarstevnurnar og bátafestivalar, sum hava verið higartil, hava fingið sera góða undirtøku, og nógv túsund fólk savnaðust á Tórvølli eitt týskvøld í farna mánaði á lýða Elton John.
Sosialurin er eisini í summarhýri. Vikuskifti, sum hevur verið partur av fríggjadagsblaðnum, er farið í summarfrí í tveir mánaðir. Vikuskifti hevur verið partur av Sosialinum í einar 9 mánaðir, og eitt dagført Vikuskifti kemur aftur á prent í september.
Hesa komandi tveir mánaðirnar bjóða vit tykkum í staðin hetta nýggja blaðið, vit kalla Summar. Hetta blað verður partur av fríggjadags-Sosialinum, og innihaldið verður millum annað samrøður, klummur, myndafrásagnir, ummæli, undirhald, bakgrundgreinar og annað.
Hava tit onkur hugskot um, hvat vit kundu tikið upp í einum slíkum Summarblaðið, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á teldupostadressuni post@sosialurin.fo.
Vit ynskja tykkum vælkomin til Summar í Sosialinum – og vit vóna sjálvsagt, at vit fáa nakrar góðar summardagar næstu vikurnar.