Á Tvøroyri um vikuskiftið var Jóansøkan 2009 hátíðarhildin, og við summar, sól og fleiri av teimum bestu innan føroyskan tónleik, borðreiddi Jóansøkan við góðum og fjølbroyttum tónleiki alt vikuskiftið. Hóast eingi útlendsk nøvn vóru at finna á Jóansøkufestivalinum 2009 má sigast, at tónleikurin kortini var í hásæti. Við Páll Finni Páll og Frændum á odda, borðreiddi festivalurin við góðum slagarum og ?sing along? løgum alt kvøldið.
Sermerkt við framførslunum hetta kvøldið var, at allir bólkarnir framførdu ókeypis, og fór tískil allir peningurin til ?salt silo? verkætlanina á Tvøroyri. Endamálið við hesari verkætlan er, at gomlu salt siloirnar á Tvøroyri skulu umbyggjast til eitt mentanarhús, sum skal hava allar teir neyðugu hentleikarnir til at húsa stórum konsertum og øðrum mentanarligum virksemi.
Solidaritetur má valda í Suðuroy
Tónleikavinnan er seinni árini voksin ógvuliga nógv, og nú fáa føroyskir bólkar eisini rímiligar stórar upphæddir fyri at framføra til ymiskt tiltøk. Men hetta kvøldið á Jóansøku vóru eingir stórir kekkar útgoldnir.
-Vit spæla vanliga ikki til stuðulstiltøk, men vit vildu stuðla suðuroyingum í at fáa eitt mentanarhús, sigur Finnur Jensen, forsangari í Páll Finni Páll.
Víðari sigur hann.
-Eg haldi, at tá ið tónleikarar royna at stuðla Suðuroynni, so átti kommunurnar eisini at lagt saman, soleiðis at peningurin kann koma øllum suðuroyingum til góðar. Tað er ikki rætt, at fáa tónleikarar og onnur at stuðla Suðuroynni, tá ið kommunurnar ikki kunnu stuðla hvørjum øðrum, sigur hann.
Fjøldin vaks við Páll Finni Páll
Nógvir góðir tónleikarar vóru á palli á keiøkinum á Tvøroyri um vikuskiftið, men eingin ivi var tó um, hvørjir bólkar høvdu størsta tokkan ímillum gestirnir.
Á stóra festivaløkinum vóru ikki nógvir gestir á at líða í byrjanini av festivalum, men tá ið Páll Finnur Páll fóru á pall, savnaðist ein stór mansfjøld á keiøkinum, og tá ið Frændur endaði festivalin vóru ein ørgrynna av jóansøkgestum komnir at hoyra kendu slagarnir.
-Tað var ótrúliga stuttligt at spæla á Jóansøku, og eg haldi fólkini komu á festivalin tá ið vit framførdu, sigur Finnur Jensen, forsangari í Páll Finni Páll, sum eisini leggur dent á, at fólkini handan tøknina á festivalinum vóru so mikið dugnalig, at eisini ljóðið var í hásæti undir framførslunum.
Enn er ikki greitt júst hvussu nógvur peningurin er latin til salt silo verkætlanina á Tvøroyri.