Leygardagin verður triðja summarstevnan hildin, tá tvørafólk eru vertir fyri jóansøkuni. Verður sæð burtur frá nøkrum heldur tjúkkum mjørkaflókum, so tykjast veðurgudar okkara nú eisini at vera farnir í parti við summarstevnunum.
Pisur úr øllum landinum kunnu helst roknast við at leggja leiðina suður, soleiðis at tey á henda hátt kunnu hátíðarhalda tann marknasteinin, sum tey nú eru farin um. Langt í frá nakrari endastøð, men eitt stórt fet á leiðini. Og sum búmerkið hjá Studentarskúlanum í Hoydølum boðar frá, so er hetta tekin um, at lomvigapisan nú er um at koma undan vaksna fuglinum. Eitt tekin um, at hon er floygd, men at framvegis er nógv eftir at læra.
Umframt at ítrótturin eigur sín stóra náttúrliga part av summarstevnunum, so hevur tónleikurin hesi seinnu árini eisini fingið alt størri innivist. Saman við tí besta av tí, sum føroyskur tónleikur hevur at bjóða, koma útlendsk nøvn í hópatali til Føroya, og tað er at fegnast um tað menning, sum føroyska tónleikaheiminum hevur verið fyri. Ikki minst takkað verið teirri inspiratión, sum útlendsku gestirnir geva.
Vónandi verður talan um ein bæði væl vitjaðan og eydnaðan Jóansøkufestival, og tó at hetta verður í einum slag av kapping við Mjús-festivalin, so nýtist hetta ikki vera ein forðing hjá hvørgum partinum.
Hóast partarnir á jóansøku og Mjús í summum førum hava verið settir upp ímóti hvørjum øðrum, so er at fegnast um, at sandoyingar við hesum hava tikið stig til eitt somikið stórt tiltak í einum øki, sum annars kann tykjast heldur deydligt til tíðir. Seinnu árini hava t. d. prógvað, hvussu stórt lív eitt stórt tiltak kann blása í øki. Besta dømið um hetta er kanska G! í Gøtu, sum upp á fá ár hevur ment seg til eitt tað størsta mentanartiltakið í landinum.
Tí er at vóna, at sandoyingar hóast jóansøkuna kunnu fáa eitt væl eydnað tiltak við nógvum gestum, og at suðuroyingar hóast Mjús kunnu hava eina frálíka jóansøku.
Sosialurin