Summar Meldurbók


Nýggja Meldurbókin frá Bókadeildini er tann triðja í røðini um árstíðirnar og lívsins gongd í býnum og har um leiðir. Hesa ferð er bókin um summarið, og hvat øll takast við hesa árstíðina.

Súsanna hevur føðingardag, og tey gera seg til reiðar at fara í veitslu, onkur fer á loppumarknað, og Mingus fer á músaveiðu.

Mangt annað stuttligt hendir í bókini, og tey vaksnu kunnu gleða seg saman við barninum at sleppa at lata hugflogið fáa ræðið og finna upp á søgur sjálvi.

Rotraut Susanne Berner hevur teknað Summar - Meldurbókina. Hon er í stórum arkabroti, úr hørðum pappi og er 16 bls.