Summar Live í Runavík

Stórt Summar Live tiltak við DJ showi og live tónleikaframførslum verður í Runavík 21. mai.

-Nú skúlarnir eru við at vera lidnir og summarið er í nánd, sparka vit gongd á summarið, við einum braki av eini konsert í Høllini í Runavík, siga fyrireikararnir.

 

Talan er um framførslur frá Jens Marna Hansen við bólki, DJ Eddie og Roller Band.