Summar Festivalurin lat Virkishúsinum ljóðføri

Á móttøku í nýggja Virkishúsið í Klaksvík lat Summar Festivalurin,Virkishúsinum stórfingna gávu, ið kann fáa alstóran týdning fyri tónlistarligu menningina í Klaksvík.

Gávan til Klaksvíkina
 
Týskvøldið fekk Virkishúsið stórfingna gávu frá Summar Festivalinum. Húsið hevur ikki havt nakað stórvegis av ljóðførum, men tað er nú broytt, tí Summar Festivalurin læt húsinum bæði trummusett, ljómborð, mikrofonir, gittar, bassgittar og forsterkarar.
Tað er kent frá tónleikafestivalum uttanlanda t.d. Roskilde Festivalinum, at ein partur av yvirskotinum fer til vælgerandi endamál. Henda leistin hevur Summar Festivalurin við hesum tikið upp.
- Vit eru sera fegin um hesa stóru gávu, og vit vóna, at tey ungu fara at brúka ljóðførini. Vónandi fer onkur nýggjur tónleikabólkur at spyrjast burturúr, segði Beinta Gregersen, leiðari fyri Virkishúsið, tá ið hon fekk handað gávuna.
Steintór Rasmussen handaði vegna Summar Festivalin gávuna, og hann segði seg fegnast um, at Klaksvík hevði fingið eitt nýtt ungdómshús. Hann vónaði eisini, at ljóðførini fóru at verða brúkt, og at nakað gott fór at koma burturúr.
Steintór umboðar eitt ættarlið, tá Klaksvík gekk undir heitinum tónleikahøvuðsstaður Føroya, men seinnu árini hava Havnin og Eysturoyggin yvirhála Klaksvíkina, tá tað snýr seg um nýggjar og spennandi bólkar. Steintór og hinir handan Summar Festivalin kunnu við hesum, vera við til at venda hesi gongd.
Tey ungu í Klaksvík hava veruliga tikið nýggja Virkishúsið til sín. Húsið hevur havt opið í eina tíð, og ymisk tiltøk hava eisini verið á skránni.
Tey ungu sluppu beinanvegin at royna ljóðførini, og tey tóktust verða fegin um gávuna.