Summar Festivalurin kom væl frá byrjan

Fyrsta kvøldið á Summar Festivalinum hepnaðist sera væl, og í kvøld heldur festivalurin fram við konsertum við eitt nú Robin Gibb og Dynamitt. Fleiri túsund fólk hugnaðu sær í góðveðrinum í gjárkvøldið við góðum konsertum frá eitt nú Nik & Jay og The Dreams.

 

Longu tá ið Trølla showið var, sum tað fyrsta á skránni, vóru nógv fólk møtt á Vágsbøi, og tey gjørdust munandi fleiri, tá Nik & Jay fóru á pallin. Donsku poppdreingirnir høvdu eina framúr konsert og fingu av álvara skotið festivalin í gongd við einum braki.

 

Í Flags tjaldinum vóru eisini frálíkar konsertir við Moby The Pink Pilot, Guðrið Hansdóttir og Boys In A Band, áðrenn vælsmurda rockmaskinan The Dreams endaði kvøldið við einum ordans rockshowi á Vágsbøi.

 

Fyrireikararnir lata væl at fyrsta kvøldinum. Nógv fólk vóru á festivali, og hýrurin var sera góður. Summar Festivalurin heldur fram fríggjadagin við konsertum við eitt nú Robin Gibb og Dynamitt.