Summar Festivalurin broytir skránna

Eingin konsert verður afturat á stóra palli á Summar Festivalinum. Hermes House Band verður flutt í Tjaldið

Veðrið órógvar Summar Festivalin í kvøld. Ættin er soleiðis, at tað regnar beint inn á stóra pall, og tað ger seg inn á útgerðina. Konsertin við Kristinu Bærendsen, sum byrjaði kl 20:30, mátti steðgast, tí vandi var fyri skammlopum. Eingin framførsla verður tí á stóra palli afturat í kvøld.

Hermes House Band verður flutt í Tjaldið at spæla. Tey spæla kl 01.00. Framførslan við Páll Finnur Páll er avlýst. Skráin fyri restina av leygarkvøldinum verður hendan:

TJALDIÐ

21.30: Hjarnar
01.00: Hermes House Band
03.00: Eyðun Nolsøe

TORGIÐ
22.45: Kim Hansen
00.15: Blue Coat Brass Band


(Eingin framførsla verður á stóra palli afturat)