Í summar fáa skipini streym úr landi

Russarar vistu ikki at tað vóru páskir, tí fóru teir at banka rust skírismorgun. Teir fingu tó boð um at steðga við hesum

Tað sigur Kári Johansen, býráðslimur í Havn, sum er formaður í havnarnevndini í sambandi við tíðindi frá felagnum í Heimafriði, sum í gjár fanst harðliga at kommununum fyri teirra atgerðarloysi. Felagið heitir nú á landsstýrið um at taka kommunurnar av ræði til tess at koma larminum frá skipum til lívs.

Les eisini: Stilla vika var ein marra fyri mong

Kári Johansen sigur, at russararnir í Kollafirði vistu ikki, at at tað vóru páskir, og tí fóru teir at banka rust skírismorgun.

– Men fólk fóru beinanvegin norður, tá klagur komu frá fólki, og bóðu teir steðga við hesum alt fyri eitt.

– Eg var eisini sjálvur har norðuri tríggjar fyri, seinastu ferð klokkan hálvgum eitt um náttina, fyri at hoyra larmin frá teimum, men kundi tá ikki staðfesta nakað serligt, sigur Kári Johansen.

Hann greiðir frá, at tað sum hendi á Kollafirði var, at fýra trolarar koma inn at skifta manning, taka proviant – og so fóru teir at banka rust og gera annað viðlíkahald. Tveir teirra fóru avstaðaftur langafríggjadagskvøld, og hinir fara helst beint eftir páskir.

– Vit gjørdu teir varugar við, at teir larmaðu og illa, og teir fingu boð um at steðga við hersum alt fyri eitt. Vit handla sjálvandi upp á tær klagur, sum koma. Og fólk frá havnarskrivstovuni fóru beinanvegin norður. Og teir fingu at vita, at tað vóru altso páskir í Føroyum. Men tað vistu teir als ikki. Tey hava jú ikki somu halgidagar sum vit, greiðir Kári Johansen frá.

Hann sigur, at landstreymsaggregatið hjá Tórshavnar Havn er seinkað.

##med2##

– Tað varð sagt upp undir valið, at tað varð keypt – og tað er eisini satt – men tað kemur ikki fyrr enn í juni mánaði. So tað verður arbeitt við at bøta um viðurskiftini, sigur Kári Johansen.

Spurdur um ikki skipini eisini skulu fyrireikast upp á at brúka landstreym, svarar hann:

– Tey allar flestu skipini eru klár at brúka landstreym. Tað eru so nógvar havnir aðrastaðni, har krøvini eru komin. Men tá landstreymsaggregatið kemur, so fara vit í stóran mun at kunna klára hesar trupuleikarnar.

– Men hetta er so bara tað fyrsta, ein fyribils loysn.

– Tað næsta stigið verður at fáa landstreym frá SEV. Tað verður so tað politiska arbeiðið nú, sigur Kári Johansen, sum bæði er formaður í Havnarnevnini hjá Tórshavnar kommunu og í stýrinum hjá SEV.

– Tað er eitt arbeiði, sum vit eru farin undir at fyrireika, so havnirnar fáa streym, sigur Kári Johansen, sum nú tosar sum SEV-stýrisformaður.

Hann greiðir frá, at tað í fyrstu syftu er í SEV, at tey eru farin at fyrireika seg til landstreym, og hvussu tey skulu loysa tann trupulleikan.

##med3##

– Tað er eitt klárt ynski frá havnunum, at tær skulu hava landstreym. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí skulu vit hava landstreym oman á Eystaru Bryggju í Havn, so byrja vit upp við Krákugjógv (sum er oman fyri bilasøluna Autoservice á Oyggjarvegnum, red.), tað er eitt arbeiði, sum skal fyrireikast væl, tí káplar skulu gravast allan vegin oman. Men tær fyrireikingarnar eru í gongd. Í Kollafirði skal tað eisini loysast, men har eru linjurnar nærri at fáa fatur í. Men tað skal loysast

– Men tá eg tosi sum SEV-stýrisformaður, so er tað ikki bara í Havn, at trupulleikin skal loysast, men sanniliga eisini í Runavík og Klaksvík og aðrastaðni, har tørvur er á tí, sigur Kári Johansen.

– Trupulleikarnir skulu loysast, og tað er ein uppgáva hjá SEV at gera tað, sigur Kári Johansen.

##med4##

Tað var gjáramorgunin, at felagið Heimafriður fanst harðliga at kommununum og heitti á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka um endan, tí kommunurnar gera einki og lurta ikki, segði Heimafríður.

Men lurta kommunurnar ikki eftir neyðarrópunum frá fólki, sum ikki fáa heimafrið fyri larmandi skipum?

– Jú vit lurta eftir atfinnigunum. Nú ljóðar tað, sum um vit bara sita hendur í favn, men tað gera vit ikki. Eg havi lisið hvønn tann einasta mail, sum er komin um páskini, og tað hevur verið eitt stórt arbeiði í gongd aftanfyri at kanna viðurskiftini, og hvat vit kunnu gera betur, sigur Kári Johansen, sum lovar, at trupulleikarnir skulu loysast.