Sumbingar væl frá byrjan

Sumbingar vunnu eina sera tætta grannauppgerð móti vágbingum. Sumba dró longra stráið, tá Eirikur Joensen fekk vinnandi málið

VB er nýtt lið í 2. deild. Frammanundan kappingini varð roknað við, at VB verður eitt av teimum liðunum sum skulu berjast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Sumbingar haraftur ímóti hava vónir um eina plasering í ovaru helvt. Sumbingar vóru tískil favorittar á heimavølli í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, móti teimum næstbestu úr Vági.

Og tað sást eisini beinanvegin at Sumbingar ætlaðu at vinna ein greiðan sigur. Teir løgdu hart út og løgdu trýst á vágbingar.

Hetta gav eisini úrslit tíðliga í dystinum, tá Bergur Winther kom at standa leysur og skeyt bóltin í máli til 1-0.

Vágbingar royndu at svara aftur og komu eisini fram til onkrar góðar málmøguleikar. Men tað vóru sumbingar sum fingu næsta málið. Hesuferð var tað Eirikur Joensen sum skoraði. Henda støðan helt sær til hálvleik.

Hvat vágbingar hava tosað um í hálvleikinum er ilt at siga, men teir komu í hvussu út aftur við einum heilt øðrum vilja til seinna hálvleik.

Tað gingu bert heilt fáir minuttir so hevði Birgir Jørgensen minkað um munin til 2-1. Hetta setti veruliga ferð á VB, og lítla løtu seinni fingu teir sítt næsta mál og so stóð 2-2. Aftur var tað Birgir Jørgensen sum skoraði.

Hetta var ein rættiligur hvøkkur sum VB gav sumbingum. Eftir at hava havt eina trygga leiðslu í hálvleikinum, stóð nú knapliga á jøvnum og dysturin kundi fara báðar vegir.

Bæði liðini stríddust nú fyri at fáa sum frægast burturúr. Sumbingar vildu helst hava 3 stig, meðan vágbingar kundu liva við javnleiki.

Og tað eydnaðist Sumba at fáa eitt mál aftrat, sum skuldi vísa seg at blíva sigursmálið.
Eirikur Joensen royndi seg langt úti frá við einum góðum skoti, og bólturin endaði í málinum. Eitt gott mál verður sagt.

Vágbingar royndu av øllum alvi at koma inn aftur í dystin, men sumbingar hildu fast. Sostatt fingu sumbingar tann væntaða sigurin móti uppflytaranum úr Vági.

Dysturin gevur tó VB mót uppá, at tað væl kann lata seg gera at standa seg í næstbestu deildini. Tað koma onkrir lættari dystir enn hesin.

Dysturin í tølum:
Sumba-VB 3-2(2-0)
1-0: Bergur Winther
2-0: Eirikur Joensen
2-1: Birgir Jørgensen
2-2: Birgir Jørgensen
3-2: Eirikur Joensen