Sumbingar stúra fyri trygdini

Tey harmast um, at arbeiðið at bøta um trygdina, er útsett og nú fara tey at taka málið upp at vita, hvussu tey kunnu skunda undir arbeiðið

Sumbingar stúra fyri trygdini í tunlinum

 

Teir harmast um, at arbeiðið at bøta um trygdina, er útsett

 

- Vit eru øgiliga hørm um, at einki verður gjørt fyri at bøta um trygdina í Sumbiartunlinum.

Tað sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba.

 

Hann sigur, at sumbingar stúra fyri trygdini í tunlinum, tí tað munnu vera fáir tunlar í landinum, har trygdin er so vánalig, sum í Sumbiartunlinum.

 

- Tunnilin er 3200 metrar langur, og sostatt ein av teimum longstu í landinum. Men har er ongin trygdarútgerð yvirhøvur, hvørki rýmingarljós, fartelefonsamband, eldsløkkjarar, ávaringarskipan, ella nakað annað.

 

Annars eru rør løgd ígjøgnum tunnilin, so nú er bara eftir at draga káplárnar, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at hann hevur í langa tíð verið í samskifti við Landsverk fyri at fáa bøtt um trygdina, men higartil hevur tað verið til fánýtis.

 

- Nakað síðani fingu vit at vita, at útlit vóru til, at ymisk tiltøk fóru at verða sett í verk í ár fyri at bøta um trygdina.

 

- Men nú komu so aftur boð frá Landsverki, at tað verður ikki til nakað kortini, tí at umstøður eru ikki til at gera nakað við tað fyribils.

 

Tí fer bygdaráðið at taka spurningin upp at vita, hvussu farast skal fram hereftir fyri at skunda undir arbeiðið, sigur Eyðjørn Thomsen.