Sumba og Lopra
Træta ímillum Sumbingar og vágbingar um, hvør av teimum skal eiga grótið, sum varð sprongt úr Sumbiarbergholinum, endar nú í rættinum.
Talan er um grótið, ið varð sprongt úr bergholinum ímillum Sumba og Lopra og sum nú liggur á goymslu í Lorpanseiði.
Spurningurin er nú, hvør hevur tættin til at fáa grótið, tí nú gera tvær kommunur, Vágs- og Sumbiar, krav uppá grótið
Og nú er málið komið so langt, at Sumbiar Bygdaráð hevur gjørt av at fara í rættin við málinum.
Orð ímóti orði
Landsverkfrøðingurin hevur játtað Vágs kommunu grótið til at brúka til kommunalar útbyggingar, eitt nú til at fylla út framvið sjónum fyri at gera havnalagið størri.
Men Sumbiar Kommuna tvíheldur um, at Landsverkfrøðingurin hevði longu frammanundan játtað Sumbiar kommunu rættin til grótið.
Bygdaráðið heldur, at Landsverkfrøðingurin kundi ikki lova grótið burtur tvær ferðir, men av tí at avtalað varð gjørd við Sumbiar Kommunu fyrst, er tað tann avtalan sum er galdandi og ikki avtalan, sum seinni er gjørd við Vágs Kommunu.
Jacob Vestergaard, formaður í Sumbiar kommunu, sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur eisini altíð havt tað siðvenju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur kommunan, sum arbeitt verður í, eisini grótið, sum er sprongt burtur.
Men tað er orð ímóti orði, tí Landsverkfrøðingurin sigur, at hann hevur ikki lovasð okkum grótið, sigur borgarstjórin.
Fyri at fáa málið endaliga avgreitt, hevur Bygdaráðið í Sumba gjørt av at royna málið í rættinum. Har fer bygdaráðið at krevja, at Landsverkfrøðingurin heldur avtaluna, hann hevur gjørt við kommununa.
Har fara væntanti bæði bygdaráðslimir, sum eru nú, og bygdaráðslimir, sum hava sitið áður, at vitna í rættinum.
Somuleiðis fer bygdaráðið helst eisini at leggja fram gerðarbøkur hjá kommununi, har Bygdaráðið hevur tikið avgerð útfrá tí, at avtala var við Landsverkfrøðingin um grótið.
Fáa 20.000 kubikk
Mett verður, at tilsamans eru tað eini 100.000 kubikk av gróti, sum liggja í Lopranseiði.
Fyribils hevur Sumbiar Kommuna fingið skrivligt loyvi frá Landsverkfrøinginum at taka 20.000 kubikk, til at fylla upp á havnalagnum í Lopra, har brúk er fyri størri keiøki.
Men kommunan hevur brúk fyri øllum grótinum, tí metingar vísa, at skal alt tað fyllast út, sum kommunan ætlar, verða tað brúk fyri 120.000 kubikkum av gróti, tí tað er rættiliga djúpt ov víðført.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er brúk fyri at gera havnalagið størri, fyri at skapa møguleikar til at byggja virki, um áhugi er fyri tí.