Enn er ikki avgjørt um Sumbiar Kommuna fær stuðul frá landinum til at umvæla bakkaverjuna, eftir at 30 metrar av henni fóru í einum brimi í vetur.
Tað er heldur ikki avgjørt um Hvalbiar Kommuna fær stuðul til at gera brimverjuna á havnarlagnum eftir, eftir at hon fekk stóran skaða í Kyndilsmessuódnini í 2008.
Tað var landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, sum heitti á Løgtingið um at játta 800.000 krónur til at umvæla bakkaverjuna í Sumba, og at forða fyri at enn størri skaði hendir.
Men kortini mælti meirilutin í fíggjarnevndini frá at peningurin varð játtaður til endamálið.
Hinvegin vóru tað umboð fyri andstøðuna, sum løgdu uppskot fyri Løgtingið um at játta stuðul til Hvalbingar, akkurát, sum skálvíkingar fingu stuðul til at umvæla skaðan, havnarlagið har fekk í somu Kyndilsmessuódn.
Tað uppskotið fekk Trivnaðarnevndin til viðgerðar og har tók meirilutin heldur ikki undir við at lata stuðulin.
Meirilutin í báðum nevndunum halda, at hetta kann skapa fordømi, tí fáa sumbingar og hvalbingar stuðul, fara fleiri kommunur at søkja um stuðul til alskyns skaðar.
Meirilutin helt eisini, at landsstýrið skuldi taka málið upp at gera ein vanlukkugrunn til at veita endurgjald í slíkum føri.
Hetta elvdi til eitt tímalangt orðaskifti í tinginum nú seinnapartin, har minnilutin ikki skilti avgerðina.
Tey vísa á, at bakkaverjan í Sumba er ein verkætlan, landið hevur goldið stóran part av og tí mátti landið eisini tryggja, at tað ikki fór fyri skeyti aftur.
Úrslitið varð, at Fíggjarnevndin fekk málið um Bakkaverjuna í Sumba aftur í høvdið og hon skal nú viðgera tað av nýggjum.
Samstundis fekk Trivnaðarnevndin uppskotið um stuðul til Hvalbiar aftur til viðgerðar og hon skal so eisini viðgera málið av nýggjum.
Myndin er av bakkaverjuni í Sumba, sum er fór í brimi í vetur









