Eldsløkking
Sumba: Seinastu tríggjar vikurnar hava sumbingar av røættum sanna gamla orðataki um, at eldur er góður tænari men ringur harri.
Uppá tríggjar vikur eru eini hús í bygdini rættiliga illa farin av eldi og eini onnur eru brend í grund.
Hetta hevur fingið sumbingar at taka støðuna við tilbúgving og eldsløkking upp og nú eitt kvøldið høvdu teir fund í Sumba, har støðan varð eftirmett.
Dánjal Johan Lisberg, sum tók stig til fundin, sigur, at ætlanin við fundinum var einans at gera støðuna upp og at vita, um tað ikki ber til at fyrireika seg betri til slíkar støður.
Tó leggur hann afturat, at sama hvat varð gjørt, nú eldur var í seinast í Sumba, høvdu húsini ikki staðið til at bjarga, tí tey stóðu í ljósum loga, tá ið fólk komu á staðið.
Við á fundinum vóru sumbingar, sløkkiliðsmenn úr Vági løgregla og bygdaráðslimir.
Annars eru ongir sløkkiliðsmenn í Sumba. Tað eru valdir nakrir sløkkiliðsmenn fyri einum 20 árum síðani, men tað er ongantíð fylgt upp við skeiðum og útbúgvingum. Úrslitið er, at tað er bara ein sumbingar, sum hevur skeið í at sløkkja eld og tað er ein maður, sum kommunan hevur sent á skeið.
Annars hevur alarmsentralurin ein lista við nøkrum sumbingum á, sum ringjast kann til í slíkum førum.
?Men í hvørgum førum, eldur hevur verið í hesar seinstu ferðina, tríggjar vikurnar, fekk nakar sumbingur boð um eldin.
Tann einasti, sum fekk boð, var ein arbeiðsformaður hjá kommununi, sum fekk boð av tilvild.
Hetta er ein maður, sum um hendi hevur útgerðina, sum kommunan eigur .
Stigtakarin til fundin sigur, at eitt úrslit av fundinum var, at sløkkiliðið í Vági skal fara runt bygdina við arbeiðsformanninum hjá kommununi at skráseta allar sløkkikranar í bygdini. Sløkkiliðið hevur frammanundan onki kort við sløkkikranum á. Tað er heldur ikki av nóg tætt ímillum sløkkikranarnar og arbeitt eigur at vera fyri at seta fleiri upp.
Ein niðurstøða av fundinum var eisini, at skipast eigur at vera fyri fleiri venjingum.
Annars hevur Sumbiar Bygdaráð samtykt at vera við til at keypa brandbil til suðuroyar syðru helvt. Kommunan hevur eisini havt ætlanir um at senda fólk á skeið. Ætlanin er eisini at keypa roykkavaraútgerð.
Annars sigur Dánjal Johan Lisberg, at samstarvið ímillum teir, sum vóru við í sløkkiarbeiðnum í Sumba, gekk fyrimyndarligt, hóast teir ikki høvdu vant saman frammanundan.