Í gjár tendraði Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba, fyri pumpunum, ið pumpa vatnið úr Sumbiar bergholinum til vatnbrunnin í Sumba.
- Nú fáa øll húski í Sumbiar sókn, eitt tað reinasta vatni í landinum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Kommunan hevur arbeitt við vatnveiting til Sumbiar síðani 2011, áðrenn tað var arbeiðið við vatnveiting til Lopra og Akrar liðug.
Arbeiðið hevur tilsamans kostað 2.3 milliónir krónur, kommunan hevur rinda allan kostnaðin yvir raksturin.
Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Sumbiar kommunu.