Sumbiar Kirkja 120 ár

Sunnudagin 17. juni klokkan 17:30 verður hátíðardámur í Sumbiar Kirkju. Kirkjan verður 120 ár og skipað verður fyri hátíðarguðstænastu.

Við verða prestarnir Patrick de Neergaard, Jónsvein Bech og Ólavur Rasmussen. Tvøroyrar Hornorkestur spælir tónleik frá kl. 17:30 til 18:00, tá guðstænastan byrjar. Undir guðstænastuni luttaka Tróndur Enni á horn, Tóra Vestergaard, sang, og eisini syngja Barnakórið í Sumba og Sumbiarkórið. Aftaná guðstænastuna verður drekkamunnur í Samkomuhúsinum, har Sumbiarkórið eisini syngur.