Sumba svaraði aftur

VB-Sumba 4-2 (2-0):
VB tóktist hava fult tamarhald á, men í seinna hálvleiki skapti Sumba veruligan spenning í aftur dystin

Løgmanssteypið

Eftir at Sumba fyri viku síðani var fyri rættiligum stórtapi í Havn, vóru fá, sum góvu teimum stórvegis møguleikar, tá teir leygardagin skuldu royna seg í grannauppgerð móti VB.
Fyrra hálvleik var eisini litið, sum bendi á, at Sumba skuldi gera stórvegis skreytir. Spælið var kanska ikki so øgiliga sannførandi, men eftir at Jón Pauli Olsen og Palli Augustinussen høvdu skotið hvør sítt mál, tóktist dysturin at vera mest sum avgjørdur.
Tíðliga í seinna hálvleiki var Jón Pauli aftur á blettinum og økti um leiðsluna, og við trimum málum á muni, mundu teir á heimaliðnum ikki ivast í, at nú var leyst og liðugt.

Svaraðu aftur
Tí mundi tað kennast sum vátur vøttur, at sumbingar als ikki høvdu hug at geva seg yvir. Heldur enn at fella í fátt, so stríddust teir framhaldandi av øllum alvi, og tað var eisini um reppi, at teir fingu løn fyri stríðið.æ
Jón Lisberg minkaði fyrst um munin, og tá Bergur Winther nakað seinni minkaði munin niður í eitt mál, stóð veruliga á hjá heimaliðnum. Tað eydnaðiast teimum tó at staðfesta sigurin, tá Nenad Zivanovic móti dystarenda.
Við sigrinum eru vágbingar vísir í, at teir í øllum førum koma víðari sum besti trý?arin í bólkaspælinum, men sigurin hjá NSÍ í Havn viðførdi, at teir nú eisini hava møguleika at gerast besti tvey?arin, og harvið fáa fyrimun av heimavølli i fjórðingsfinaluni. Treytin fyri hesum er, at VB vinnur seinasta dystin móti B36.

Dysturin í tølum
VB-Sumba 4-2 (2-0)
1-0: Jón Pauli Olsen
2-0: Palli Augustinussen
3-0: Jón Pauli Olsen
3-2: Jón Lisberg
3-2: Bergur Winther
4-2: Nenad Zivanovic