Í einum yvirliti, sum Sumbiar kommuna hevur gjørt, kann staðfestast, at tann fíggjarliga støðan í hesi lítlu kommununi, við sínum 355 íbúgvum, er góð.
- Kommunan eigur í løtuni 3,4 milliónir krónur innistandandi á bók, verður upplýst úr kommununi.
Víst verður á, at tey hava eina langfreistaða skuld uppá 453.000 krónur, eins og ein nýggj lántøka, í samband við byggingina av røktarheiminum í Vági er tikin.
Hetta forðar tó ikki kommununi í at gera ávísar íløgur hetta komandi árið.
Færri íløgur
Sumbiar kommuna er sunnasta kommunan í Suðuroy og fevnir hon um fimm bygdir og støð við fleiri og fáum, fyri ikki at siga ongum, íbúgvum. Her er talan um Sumba, Akraberg, Vikarbyrgi, Lopra og Akrar.
Í nýggja árinum er ætlanin at gera íløgur fyri tvær milliónir krónur. Hesar krónurnar verða brúktar til ábøtur og umvælingar og bygningar, og til ymisk verkløg í kommununi, so sum vegir og skúlar.
Ein onnur ætlan, sum arbeitt verður framvegis við, er at útvega øllum borgarum í kommununi vatn úr tunlinum til Sumbiar.
- Higartil hava borgararnir í Lopra og Økrum fingið vatn hiðani, men tey í Sumba hava enn ikki henda møguleikan, verður sagt úr kommununi.
Nevnast kann annars, at frammanundan vóru um átta milliónir játtaðar til íløgur, í mun til tær tvær milliónir krónurnar í 2012.
- Orsøkirnar til hesa afturgongdina eru fleiri: Í fyrsta lagi eru kommunal virki minkað við 2,2 milliónum, verður upplýst.
Men høvuðsorsøkin til hetta sæst kortini á konto’ini nevnd Almanna- og Heilsumál, har nýggja røktarheimið Hamragarður í Vági hevur áður kravt sítt av fíggjarligu orkuni hjá kommununi.
Fíggjarætlanin fyri 2012 javnvigar annars við 8,9 milliónum krónum, sum eru 6,2 minni enn undanfarna árið.
Skattaprosentið er óbroytt 20 og barnafrádrátturin somuleiðis óbroyttur, 5.500 krónur fyri hvørt barnið.
Ein bygd avtoftað
Mitt í allari gleðini um tann sunna búskapin, verður kortini harmast um, at fólkatalið er í minking.
Við ársbyrjan í 2005 vóru tey 390 í tali, men síðan er talið javnt og samt minkað. Í september mánaði búðu sostatt 355 fólk í Sumbiar kommunu.
Afturgongdin í tølum hevur verið í øllum bygdum, sjálvandi mest í Sumba, sum er tann størsta – úr 264 og niður í 238 hetta tíðarskeiðið.
Lopra er minkað úr 96 niður í 90 og Akrar úr 28 og niður á 27.
Hinvegin henda tað sjáldsama, at tað seinasta mannfólkið er flutt av teirri fjórðu bygdini í kommununi, Víkarbyrgi.
Sambært yvirlitinum frá Hagstovuni henda hetta tíðliga á sumri í fjør, tá einki fólk er skrásett at búgva í Víkarbyrgi.
Í hesum sama yvirliti sæst eisini, at tað seinasta konufólkið flutti av bygdini longu í 1989.
Tá var fólkatalið eisini uppá tað mesta seinastu 25 árini, nevniliga sjey fólk.