Sum vit skrivaðu í týsdagsblaðnum, so fór tað ikki so stillisliga framvið, tá AB leygardagin vann 2-0 á Sumba. Ein av málskjúttunum í dystinum var Tom Iburg, og tað er júst hetta navnið, sum eftir dystin elvdi til eftirspælið.
Sumbingar vildu fyrst vera við, at leikarin ikki hevði leiklloyvi. Hetta tí AB ikki fyrr enn 12. august bað FSF um leikloyvið, og tí hetta í fyrstu syftu varð sýtt felagnum.
Hjá FSF varð eisini váttað, at soleiðis hevði verið í fyrsta umfari, men eftir at hava kannað málið nærri, varð leikloyvið kortini útskrivað, hóast farið var út um 10. august, sum vanliga er evstamarkið at skifta felag.
Fótbóltssambandið grundaði sína avgerð á, at talan ikki var um at skifta felag. Hetta tí leikarin hevði verið búsitandi í Danmark seinasta árið, og tá so er, fellur gamla leikloyvið burtur. Tað vil við øðrum orðum siga, at leikarin ikki skifti úr B36 til AB, men at hann varð knýttur beinleiðis at AB.
Skeivir upplýsingar
Hesar grundgevingar vilja sumbingar tó ikki góðtaka soleiðis uttan víðari. Sambært teimum upplýsingum, sum teir hava fingið, so hevur leikarin alla tíðina verið búsitandi í Føroyum. Í øllum førum á pappírinum, og tað má vera tað, sum telir, halda teir.
- Skrásetti bústaðurin hjá leikaranum hevur alla tíðina verið í Føroyum. Um hann hevur verið í Danmark eitt tíðarskeið ella ikki, er fullkomuliga órelevant í hesum førinum. So skuldi allur hópurin hjá okkum verið ólógligur, tí vit vóru á venjinarlegu í Danmark í summar, tó at leikararnir framvegis vóru búsitandi í Danmark. Vit hava so ikki endurnýggja spæliloyvið, síðani vit komu heimaftur, men skal hetta vera reglan, so fall leikloyvið burtur, tá vit fóru av landinum, sigur Torri Thomsen úr Sumba.
- Tí vilja vit ikki finna okkum í, at hetta málið bara sleppur at fara framvið borðinum. Reglurnar fyri leikloyvi eru annars hampuliga greiðar, og sjálvir hava vit fingið noktandi svar, tá vit ætlaðu at fáa okkurt leikloyvið avgreitt eftir 10. august. Tað er sum so í lagi, men reglurnar mugu vera líka fyri øll. Tað er tað, sum vit vilja hava sligið fast, sigur Torri, áðrenn hann at enda leggur afturat.
- Tað einasta vit vilja hava, er fair-play. Tað er eitt hugtak, sum so nógv hevur verið rópt um, men tað hava vit so einki merkt til. Spurningurin er, um vit ikki fara at vinda gula fair-play flaggið á hálva stong um vikuskiftið, tí um hetta ber til, so er tað í øllum førum eitt deytt hugtak fyri okkara viðkomandi.
Trupul viðgerð
Hóast Karl Vidtfeldt í týsdagsblaðið okkara varð endurgivin fyri at siga grundgevingarnar fyri, hví leikloyvið varð útskrivað, so ásannar Karl tó, at kappingarnevndin sjálv ikki hevði tikið støðu til sjálva kæruna hjá Sumba.
Á flogvøllinum undan fráferðini til Skotlands fingu vit orðið á hann, men tað var tó ikki tað stóra, sum hann hevði at siga um málið í løtuni. Ikki annað enn tað, at nevndin hjá FSF hevur fund í Skotlandi hósdagin, og at kæran hjá sumbingum fær sína viðgerð her.
Hvussu er og ikki, so er einki at ivast í, at viðgerðin av málinum kann geva FSF trupulleikar. Tað er nevnliga so, at í viðmerkingunum til kappingarreglurnar stendur, at um felag hevur fingið leikloyvi útskrivað, so er hetta galdandi. Hetta tí tað ikki skal lastast felagnum, um FSF hevur gjørt mistak hesum viðvíkjandi.
Tí kann FSF neyvan geva sumbingum viðhald í kæruni uttan víðari. Er talan tó um, at leikloyvið er givið, grundað á skeivar ella villeiðandi upplýsingar frá søkjandi felagnum. Er tað rætt, sum Sumba førir fram, so kann kæran undir ongum umstøðum avvísast, men hinvegin ber illa til at geva fult viðhald. Ein møgulig loysn kundi kanska verið, at leikloyvið hjá leikaranum verður tikið aftur, og at felagið fær eina revsing, men tá er spurningurin framvegis, hvat skal henda við dystinum, AB-Sumba. Stendur AB framvegis sum vinnari, er einki at ivast í, at sumbingar kenna seg snýttar. Ein millumloysn kundi verið at ásett dystin av nýggjum, men so er spurningurin, um sumbingar vilja góðtaka at fara tvær ferðir norður um suðuroyarfjørð, ella um teir krevja, at dysturin skal vera í Sumba.
Hvørja avgerð kappingarnevndin tekur, fekst so ikki at vita fyri evstamark okkara, men undir øllum umstøðum tykist heilt víst, at hetta er eitt mál, sum fer at skapa fordømi fyri líknandi støðum framyvir.










