2. deild
Tað var eingin slingur í valsinum, tá sumbingar leygardagin vóru vertir hjá KÍ, sum síðstu vikurnar er komið alt nærri heiðursmerkjaplássunum, samstundis sum teir í tøttu kappingini hava flutt seg burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Heimaliðið, sum var rakt av onkrum leikbannum, var væl betri. KÍ spælararnir, sum høvdu verið í Ungarn, vóru ikki við (burtursæð frá málverjanum John William Joensen). KÍ hevði fleiri ungar menn á liðnum, og teir formáddu sær ikki so nógv ímóti heimaliðnum, sum kropsliga var væl betri fyri.
Páll Magnar Kjærbæk stýrdi verjuni, Jan Poulsen fekk frið at brúka síni fótbóltsevni á miðvøllinum, og í álopinum var Eirikur Joensen ein sannur knassi.
Sumba fekk eitt mál í 1. hálvleiki. Hans Jákup Thomsen varð skrásettur fyri tað, men klaksvíkingar áttu nógv í tí.
Eftir steðgin flutti KÍ Niclas Niclasen úr miðverjuni og fram á miðvøllin. Teir mundu dyrgja eftir útjavnandi málinum. Men Eirikur Joensen, sum mannaði álopið saman við Johnnie Skibenæs, økti til 2?0, tá hann eftir innlegg úr høgru smekkaði til fyrstu ferð. So fór luftin úr KÍ liðnum, og sumbingar kundu havt fingið fleiri enn tvey mál afturat. Eirkur Joensen stútaði til 3?0 eftir innlegg úr høgru, og hann staðfesti rimmar sigurin, tá hann úr ellivu metrum umsetti brotsspark til mál.
Sumbingar eru við í telvingini um næstfremsta plássið. Eydnast tað teimum at røkka so langt, so verður uppflytingarumfar á skránni ímóti Skála ella TB. Um sumbingar nú eru nóg væl fyri til ta avbjóðingina er kanska eitt sindur ivasamt, men teir hava fleiri ferðir áður víst, at teir skulu ikki avskrivast.
Tað skal vilja illa til hjá KÍ, um teir ikki varðveita liðið í næstbestu deildini. Um tað fer at eydnast teimum at vinna heiðursmerkir er meiri ivasamt. KÍ skal tvær tær næstu ferðirnar spæla ímóti liðum, sum kappast við sumbingar um silvurmerkini. Sunnudagin fer ÍF til Klaksvíkar, og so skal KÍ suður á Sand. Sumbingar skulu sunnudagin spæla í Vági, og annan leygardag fáa teir vitjan av HB, sum framvegis er botnlið.
Í næstsíðsta umfarinum skal Sumba vestur til Sandavágs, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av NSÍ. KÍ skal í næstsíðsta umfarinum spæla í Vági, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av HB.
Dysturin í tølum
Sumba-KÍ 4-0 (1-0)
1-0: Hans Jákup Thomsen
2-0: Eirikur Joensen
3-0: Eirikur Joensen
4-0: Eirikur Joensen