Sumba setir á

Við sigrinum á VB eru sumbingar nú bert tvey stig frá ÍF

2. deild

Tað er einki at undrast á, um sumbingar nú fara at síggja eitt sindur ljósari upp á eina møguliga afturvendan til bestu føroysku fótbóltsdeildina.
Hetta tóktist annars ikki at standa ovarliga á skránni, tá teir fyri viku síðani ikki megnaðu at umseta spæl og møguleikar til mál ímóti ÍF, men leygardagin gjørdu eitt ordiligt hál.
At hálið gjørdist somikið gott, komst kanska einamest av, at fuglfirðingar heilkiksaðu á Toftum, men Sumba hevði tó sítt at hugsa um, tá VB var á vitjan.
Í mun til í fjør, so hevur VB í ár talst millum betru liðini í deildini, og eitt nú góvu teir Sumba ein skarpan gang, tá liðini hittust í fyrsta umfarinum.
Tað ferðina megnaði Sumba tó akkurát at skava stigini heim, og soleiðis var eisini hesaferð. Rene Thomsen skeyt í seinna hálvleiki einasta málið í dystinum á Krossinum.
Um dystin verður annars sagt, at tað var Sumba, sum var við yvirlutan fyrstu trý korterini, men eins og móti ÍF, so tóktist tað trupult at fáa neyðugu málini burturúr.
Eftir steðgin komu vágbingar alt betri við, men tað vóru so sumbingarnir, sum fóru við stigunum.
Sum sagt, so er Sumba nú bert tvey stig aftan fyri ÍF í dystinum um sessin, sum gevur beinleiðis atgongd til bestu deildina. Komandi vikuskiftið skulu sumbingar royna seg í Klaksvík, áðrenn TB kemur á vitjan í nøkrum, sum líkist uppgerðini um, hvør eigur besta suðuroyarliðið í deildini. Samstundis hava fuglfirðingar dystir móti ávíkavist B36 og B71, so tað eru neyvan ráð hjá sumbingum at snáva, um teir skulu gera sær vónir um at taka oddaliðið aftur.