Sumba kostar Hvalba endurgjaldið

- Av tí at løgtingið ikki játtar pengar til bakkaverjuna í Sumba, so haldi eg tað ikki vera rætt, at tingið játtar pengar til brimverjuna í Hvalba.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, sum mælir frá at veita Hvalbiar Kommunu endurgjald fyri tann skaða, ið havnalagið í Hvalba fekk í Kyldilsmessuódnini í 2008.

Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk havnarlagið í Hvalba stóran skaða, eins og havnarlagið í Skálavík. Men meðan landskassin veitti Skálavík eina hjálpandi hond fíggjarliga, so stóð Hvalbiar Kommuna sjálv við allari rokningini.

Tað kostaði 11 milliónir krónur at gera havnalagið í Hvalba aftur, og pengarnar tók kommunan úr kommunukassanum. Kommunan bað løgtingið um 1,4 millión krónur í fíggjarligum stuðli.

Umbønin endaði sum eitt lógaruppskot frá Kristini Michelsen, Sirið Stenberg, Poul Michelsen og Janusi Rein.

Men rættarnevndin mælir sum nevnt løgtinginum til at fella uppskotið.

Undir nevndarviðgerðini varð brimverjan í Hvalba beinleiðis tvinnað saman við eitt annað uppskot, nevniliga umbøn um at veita pengar til bakkaverjuna í Sumba, sum krevur stórar ábøtur.

Og tann samantvinningin feldi, tá avtornaði, umbønina frá Hvalbiar Kommunu.

Uppskotið um stuðul til Hvalbiar Kommunu kemur til 2. viðgerð í løgtinginum ídag.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir greiðir soleiðis frá: