GÍ-Sumba 1-7 (0-1)
2. deild
Tað var ein einki serliga góð byrjan hjá sumbingum, tá teir fyri viku síðani taptu fyri B36 á heimavølli. Skuldi dreymurin um uppflytan til bestu deildina gerast veruleiki, var alneyðut við einari skjótari endurreisn, og hetta kundi best gerast við einum sigri á GÍ.
Nervar
Tað tók tó sína tíð, áðrenn tað gjørdist greitt, at sumbingarnir vóru tað nógv betra liðið leygardagin. Stóran part av fyrra hálvleiki var sera lítil munur ímillum partarnar. Gøtumenn royndu í stóran mun at verja tað, sum teir longu høvdu við sær á vøllin, meðan sumbingar vóru bangnir um enn eitt óvæntað tap.
Tað kom tó bert hitt eina málið í fyrra hálvleiki, og var tað Baja hjá sumbingunum, sum fekk hetta.
Seinna umfarið lótu sumbingarnir tó ongan iva vera um, at teir vóru tað betra liðið. Seks ferðir afturat sendu teir bóltin í GÍ meskarnar, og so munaði tað lítið, at gøtumenn fingu hampað eitt sindur um úrslitið.
Við sigrinum fingu sumbingar prógvað, at hóast fleiri av leikarunum nú eru komnir nakað upp í árini, so eigur liðið framvegis at roknast millum heitu evnini til uppflytan. At teir áður hava roynt seg í bestu deildini, man neyvan vera nakar vansi í so máta.
Komandi vikuskifti fæst helst av álvara at síggja, í hvønn mun sumbingar kunnu seta sína dám á oddastríðið í deildini. Teir skulu tá royna seg móti ÍF, sum heldur ikki hevur fingið best hugsandi byrjanina upp á árið, men sum hinvegin eisini telist millum avgjørdu favorittarnar í deildini.
GÍ-Sumba 1-7 (0-1)
0-1: Nebojsa Velkovic
0-2: Nebojsa Velkovic
0-3: Nebojsa Velkovic
0-4: Rene Thomsen
0-5: Hans Jacob Thomsen
1-5: Hans Erik Danielsen
1-6: Hans Jacob Thomsen
1-7 Hallur Dam Joensen