B36-Sumba 11-1 (7-0)
Ikki kann sigast, at spenningurin var stórur í Gundadal sunnudagin. B36 blásti beinanvegin sumbingarnar av vøllinum, hóast teir vóru eitt sindur skerdir, tí Jens Kristian Hansen varð spardur, og als ikki var í hópinum.
Í hansara stað varð John Petersen settur á miðvøllin, meðan Bjarni Prior røkti álopssessin. Kanska eisini eitt sindur taktiskt, tá hetta eftir øllum at døma var seinasti dysturin hjá John fyri B36.
Líkt er nevnliga til, at hann í vikuni fer til Íslands, har hann skal spæla við Leiftri, og tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum sunnudagin, varð hann heiðraður av áskoðarunum, sum standandi klappaðu fyri liðformanninum, tá hann varð skiftur út.
Sumbingarnir vóru rættuliga skerdir, tí fleiri av lyklaleikarunum í løtuni dragast við skaðar.
Um dystin sjálvan er ikki tað stóra at siga. Tølini siga eisini, at himmalvíður munur var á avrikunum hjá liðunum báðum, og við eitt sindur størri neyvleika kundi sigurin verið í minsta lagið tvífalt so stórur.
Niðanfyri verður greitt frá, hvussu einstøku málini komu, og meðan hetta helst er hugaligur lesnaður hjá teimum á heimaliðnum, eiga sumbingar helst at gloyma alt um dystin sum skjótast.
1-0, Ronnie Samuelsen, 5. min
Bjarni Prior varð sendur avstað í høgru síðu, haðani hann sendi bóltin innfyri. At síggja til fór Eigil Olsen nakað skeivur av bóltinum, og so fekk Ronnie lætt spæl at leggja heimaliðið framum.
2-0, John Petersen, 8. min
John fekk fatur á bóltinum á miðjum vølli. Hann dróg fram við tveimum ella trimum mótstøðuleikarum. Hann varð taklaður, men bólturin stakk beint til Ronnie, sum legði bóltin inn um verjuna, har John dróg fram við málverjanum, áðrenn bólturin varð lagdur í netið.
3-0, Bjarni Prior, 14. min
Herbert í Lon Jacobse rak nakað niðan á vøllin, áðrenn hann sendi Magna á Lakjuni avstað í vinstru. Magni var so at siga púra leysur, og komin oman á baklinjuna trillaði hann á tvørs til Bjarna Prior, so hesin hevði lætt spæl.
4-0, Bjarni Prior, 20. min
B36 vann sær hornaspark í vinstru síðu. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og tá bólturin kom innfyri, var Bjarni fyrstur á.
5-0, Bjarni Prior, 24. min
Staddir uttarlaga í høgru, spæla Jákup og Magni fikst sínamillum. Endin verður, at Magni sleppur púra leysur móti Sumbiarmálinum, og tá málverjin kemur ímóti, verður trillað upp á tvørs til ein enn fríari Bjarna Prior, sum sostatt fekk sítt hat-trick.
6-0, Jákup á Borg, 41. min
Bólturin varð spældur úr verjuni upp til Jákup, sum var staddur á miðjum vølli. Hann sendir beinanvegin Bjarna avstað, og heldur síðani sjálvur beina kós móti málinum, soleiðis at hann ótarnaður kundi stýra flata innlegginum frá Bjarna í netið.
7-0, Magni á Lakjuni, 45. min
Tríggir B36 leikarar sleppa púra leysir oman móti sumbiarmálinum. Bjarni Prior hevði júst tá brent einar tveir risamøguleikar, og hesuferð valdi hann so at trilla upp á tvørs til Magna, og á tann hátt siga takk fyri 5-0 málið, har samanspælið var hitt øvugta.
8-0, Bjarni Prior, 56. min
Uttan iva vakrasta málið í dystinum. Bjarni hevði sjálvur bóltin stutt inni á sumbiarhálvuni. Hann skifti yvir til Magna, sum var staddur í vinstru. Magni legði ein skrúvandi bólt inn um verjuna, har Bjarni rennandi við fullari ferð seti høvdið á bóltin, sum uttan møguleika hjá málverjanum fór sendandi í málið.
9-0, Jan Guttesen, 61. min
Úr høgru sendi Carl ein høgan bólt innfyri. Í brotsteiginum var Bjarni Prior hægstur, og skallði hann bóltin niður til Ronnie, sum lat bóltin fara víðari har Jan langaði vinstra beinið á. Til stuttleikar kann nevnast, at talan var um fyrsta málið hjá Jan, síðani hann kom á fyrsta lið hjá B36, og fyri at heiðra hesum, varð Jan borin niðan aftr á miðjuna í gullstóli.
10-0, Jákup á Borg, 84. min
Sum ikki einaferð, varð bólturin sleptur inn um sumbiarverjuna, har vanliga trygga rangstøðufellan als ikki riggaði sunnudagin. Magni á Lakjuni varð púra fríur, men ósjálvssøkið trillaði hann tvørtur um til Jákup á Borg, sum hevði lætt við at skjóta næsta mál sítt.
11-0, Carl Herup Høgnesen, 84. min
Jákup á Borg fekk bóltin á miðjum vølli, og eftir at hava driblað framvið tveimum sumbingum, varð bólturin stungin inn um verjuna. Bjarni dróg ov langt, tá hann skuldi fara fram við málverjanum, men Carl var skjótur á bóltinum og rættaði kósina.
11-1, Sasa Tomajék, 90. min
Sasa fekk bóltin á miðjum vølli, og eftir at hava driblað framvið tveimum mótstøðuleikarum, spældi hann bandaspæl, áðrenn hann púra leysur kundi skjóta bóltin framvið Trónda. Sostatt fingu sumbingarnir troystarmálið, sum hevði ligið í luftini leingi, men fram til tá, hevði Tróndur vart fyri øllum royndunum
B36-Sumba 11-1 (7-0)
1-0 Ronnie Samuelsen, 5.
2-0 John Petersen, 8.
3-0 Bjarni Prior, 14.
4-0 Bjarni Prior, 20.
5-0 Bjarni Prior, 24.
6-0 Jákup á Borg, 41.
7-0 Magni á Lakjuni, 45.
8-0 Bjarni Prior, 56.
9-0 Jan Guttesen, 58.
10-0 Jákup á Borg, 91.
11-0 Carl Herup Høgnesen, 84.
11-1 Sasa Tomajék, 90.
Dómari: Petur Reinert
B36:
Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Carl Herup Høgnesen, Jan Guttesen, John Petersen, Magni á Lakjuni - Jákup á Borg, Ronnie Samuelsen, Bjarni Prior
Sumba:
Eigil Olsen - Mortan úr Hørg, Nikola Biberdzic, Bergur Vinther, Marlon Kjærbo, Hallur Dam Joensen - Jan Poulsen, Sasa Tomajek, Nikola Biberdzic, Hans Jacob Thomsen - Rene Thomsen










